Veðrið er av tí fagrasta, men áskoðaratalið var ikki so stórt, og tað kundi bent á, at tað ikki varð roknað við so stórum møguleika fyri, at B36 fór at megna at venda gongdini og svara aftur eftir 2-0 tap á útivølli í Bosnia Hersegovina fyri einari viku síðani.
B36 hevur framt heilt framúr avrik í kvøld. Eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð var støðan 3-1 til B36 og harvið samantalt 3-3.
So var neyðugt við brotssparkskapping. Í sovornum kappingum eigur B36 stolta søgu, og soleiðis var tað aftur í kvøld. B36 vann brotssparkskappingina og fer í næstu viku at halda fram í Conference League.
Heilt stóri maðurin hjá B36 í kvøld var vongverjin í vinstru Magnus Egilsson, sum skoraði hatttrikk við einum framúr físparki í fyrra hálvleiki og tveimum brotsspørkum í seinna hálvleiki.
4-3: Lukas S. Enevoldsen
3-3: Mattias H. Lamhauge bjargar
3-3: Benjamin Heinesen
2-3: Mattias H. Lamhauge bjargar
2-3: Eli Falkvard Nielsen
1-3: Eli Falkvard Nielsen skjýtur, málverjin bjargar, men tað verður dømt fyri nýggjum sparki
1-3:
Mattias H. Lamhauge í B36 málinum bjargar, men tað verður umspark
1-2: Andrias H. Eriksen - málverjin bjargar
1-2:
1-1: Sonni Ragnar Nattestad
0-1:
Brotssparkskappingin verður undir B36 húsinum.
Bosniska liðið tekur fyrsta sparkið
-
Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð eftir longda leiktíð, og nú verður gjørt klárt til brotssparkskapping fyri at finna fram til, um tað skal vera B36 ella FK Borac úr Bosnia Hersegovina, sum skal halda fram í kappingini.
Vit fylgja kappingini her:
---
Estlendski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Gundadali. Hetta skal skiljast á tann hátt, at hann hevur bríkslað, tí 90 minuttir og tríggjar aftrat eru farnir.
Støðan er 3-1 til B36, og harvið er samantalda støðan 3-3, tí Borac vann fyri einari viku síðani 2-0 í Bosnia Hersegovina.
Stóri B36 spælarin í góðveðrinum í Gundadali í kvøld er kanturin í vinstru Magnus Egilsson. Hann legði níggju minuttir undan steðginum við frísparki av brotsteigarmarkinum og umvegis stólpan B36 á odda 1-0.
Lítla løtu undan steðginum sá Magnus Holm Jacobsen gula kortið fyri aðru ferð, og so var B36 undirmannað, og brekkan kendist brøtt.
B36 hevur verið í leikum fyrr, tá ið tað hevur verið 10 ímóti 11. Í kvøld var tað tó ikki so leingi, tí gestirnir mistu ein mann tíðliga í seinna hálvleiki.
Bosnisku spælararnir vóru í dýrastu neyð, tá ið B36 við deyðbóltum legði í brotsteigin. Tað bar tvey brotsspørk við sær, sum Magnus Egilsson umsetti til bæði 2-0 og 3-0.
Eitt korter undan leikloki var B36 verjuspælið ikki so sannførandi, tá ið Borac minkaði um munin, og nú verður farið undir longda leiktíð.
B36 – FK Borac 3-1 (1-0)
1-0: Magnus Egilsson 36.
2-0: Magnus Egilsson br 54.
3-0: Magnus Egilsson br 67.
3-1: Benjamin Tatar 75.
Dómari úr Estlandi: Joonas Jaanovits
B36: Mattias Lamhauge – Thor Høholt, Lukas S. Enevoldsen, Sonni Ragnar Nattestad – Símun Sólheim, Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen, Michal Przybylski (Ragnar Samuelsen, 81.), Magnus Egilsson (Benjamin Heinesen, 84.) – Bjarki C. Nielsen (Andrass Johansen, 60.), Hannes Agnarsson