Í dýrdarveðrinum seinnapartin eru seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.
Fyrsta bríkslið í Streymnesi, har B71 vitjar, var er støðan, nú teir eru farnir undir 2. hálvleik, 1-1. Hetta er nett sama støða, sum fyrra hálvfinalan á Sandi endaði við. Um henda støðan heldur sær, so verður neyðugt við longdari leiktíð.
Flavio legði B71 framum eftir 20 minuttir, og Arnbjørn Hansen javnaði til 1-1 tíggju minuttir seinni.
Í Gundadali eigur HB heimavøll ímóti B36. Fyrra hálvfinalan endaði málleys, og soleiðis er støðan eisini, nú 1. hálvleikur er tíggju minuttir gamal. HB hevur eftir hornasparksstøðu havt bóltin á stólpanum.