Tann 23. og 24. mars verður Ung í Føroyum Eystur hildin á øðrum sinni. Fyrru ferð var í Fuglafirði í 2005. Hesaferð er Runavík karmur um stevnuna.
Tann 30. mars – 1. apríl verður Ung í Føroyum á fyrsta sinni hildin í Suðri. Tað verður í Vági og allar kommunurnar í Suðri samstarva um hesa stevnu, ið verður um ikki eins stór, so eins long og ein av UíF-stevnunum, sum plaga at vera hildnar í Havn.
Heilt fitt av tekningum eru komnar inn til stevnurnar báðar, men enn eru tær ikki fullteknaðar. Tí verður freistin longd til fríggjadagin 16. mars.
Tey, sum longu hava tekna seg, kunnu tí øll rokna við at fáa bræv um, at tey eru sloppin við.
Tekningarskjøl og fleiri upplýsingar eru at fáa at heimasíðuni HYPERLINK ”http://www.ungiforoyum.INFO” www.ungiforoyum.INFO