Longbrá steingir um 10 dagar

Føstulávintsmánadag verður seinasti dansur í dansistaðnum Lognbrá í Klaksvík. Taparnir verða tey ungu undir 18 ár

 

Klaksvík: Nú er avgerðin tikin um, at dansistaðið Lognbrá verður stongt.

Seinasti dansur verður føstulávintsmánadag, og eftir hendan dansin verður lykilin snaraður um fyri seinastu ferð.

? Vit hava roynt at funnið nýggj høli til dansin, men tað hevur ikki eydnast, sigur Jan Gardar, sum rekur Lognbrá.

? Vit hava havt samband við Klaksvíkar kommunu seinastu átta mánaðirnar, og vit hava hildið, at tað hevur gingið fram á. Men tað vísir seg nú, at har er einki ítøkiligt komið burturúr. Talan hevur verið um tóm orð.


Nú er nóg mikið

Lognbrá hevur síðani miðskeiðis í áttatiárunum hildið til í KÍ-høllini í Klaksvík, men leigumál varð uppsagt í fjør. Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum eigur KÍ-høllina, hevur aðrar ætlanir við hølunum, har Lognbrá hevur hildið til í, og tí er dansistaðið sett á gøtuna.

Ætlanin var, at Lognbrá skuldi lata aftur um ársskiftið, men leigumálið varð longt í tveir mánaðir, meðan Lognbrá royndi at finna loysn á hølistrupulleikunum.

? Kanska kundu vit hildið fram í KÍ-høllini eina stutta tíð afturat, men tað hava vit ikki hug til, sum støðan er blivin. Tí lata vit aftur nú, sigur Jan Gardar.


Ófriður

Tapararnir verða tey ungu undir 18 ár, sum ikki sleppa inn á hinum dansistøðunum í býnum. Tey hava havt Longbrá sum einasta møguleika, um tey skuldu í dans um vikuskiftið.

? Hetta er ein keðilig støða hjá Lognbrá at koma í, men tað verður ungdómurin, sum verður harðast raktur av hesum. Tey missa nú einasta dansistaðið, sum tey hava havt møguleika at brúka, sigur Jan Gardar.

Eini 800 fólk hava verið í dans í Lognbrá hvønn mánað, og tað eru fyrst og fremst tey undir 18 ár, sum hava brúkt dansistaðið.

? Fólk kunnu av røttum stúra fyri, at tað verður ófriðaligari í býnum framyvir, tí øll hesi fólkini, sum plaga at verða dans, mugu nú finna sær annað undirhald um vikuskiftið, heldur Jan Gardar.

Virksemið hjá Lognbrá fer ikki at liggja stilt, tí Longbrá hevur eisini ljóðannlegg og aðra úgerð, sum verður leigað út til ymisk tiltøk kring landið.

Jan Gardar ætlar sær at leggja størri dent á hetta virksemið, eftir at diskotekið verður stongt.