Á nýggjárinum skuldi diskotekið Lognbrá flyta úr KÍ-høllini, har tað hevur hildið til síðani áttatiárini, men dansistaðið sleppur at halda fram í tveir mánaðir afturat.
Tað er Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum eigur og rekur KÍ-høllina, og felagið ætlar sjálvt at brúka hølini, har Lognbrá heldur til.
Tí var dansistaðið uppsagt frá nýggjárinum at galda, men nú hevur KÍ latið Lognbrá hava hølini tveir mánaðir afturat.
Finna loysn
- Vit arbeiða við at finna nýggj høli, og vit hava eisini støðugt samband við kommununa um viðurskiftini, sigur Jan Gardar, sum rekur Longbrá.
Hann dugir ikki at meta um møguleikarnar fyri at leingja leigumálið í KÍ-høllini enn longri enn teir tveir mánaðirnar, sum dansistaðið nú hevur fingið afturat.
Tað er í øllum førum greitt, at KÍ hevur í hyggju at brúka hølini í summar.
Nógv fólk
Enn er einki komið upp á pláss viðvíkjandi nýggjum dansistaði, men tað er upp á tal, at kommunan skal verða við í eini loysn.
Talan verður ikki talan um at byggja nýtt dansihøli, men heldur at gera nýtslu av hølum, sum eru til taks í býnum, og sum onkursvegna kunnu koma ungdóminum til góðar.
Longbrá hevði nógv opið um jólini og á nýggjárinum, og serliga annað jólakvøld og nýggjársaftan vóru nógv fólk í dansi. Tað er serliga tann yngri ungdómurin, sum gongur regluliga í Lognbrá.