Fiskivinna
Á báðum fiskavirkjunum hjá Sandoy Seafood hava tey úr at <st1:City$?$end$!$<st1:place$?$end$!$gera</st1:place$?$end$!$</st1:City$?$end$!$ nú uppundir jólahalguna.<BR> Partrolararnir, Nornagestur og Kolumbus, landaðu tilsamans 260.000 pund á Sandi mikudagin. Teir royndu bara í seks dagar. So, her hevur fiskiskapurin verið ógvuliga góður. Meginparturin av veiðini var upsi.
Útróðurin hjá bátunum á Sandi er eisini góður, tá ið roynandi er; teir liggja millum 200 og 300 pund á stapin.
Umframt veiðina hjá Nornagesti og Kolumbus og útróðrarfiskin, sum komin er uppá land hesa vikuna, hevur Sandoy Seafood eisini keypt nakað av fiski á uppboðssølu.
Eisini leygardagin
- Vit hava ríkiligt at gera tað, ið eftir er av hesi vikuni, bæði á Sandi og í Skopun, siga tey á Sandi.
Væntandi er, at neyðugt verður at arbeiða á báðum virkjunum leygardagin fyri at fáa fiskin unda fyri jólahalguna.