Long skiftistíð órealistisk

Næstformaðurin í danska javnaðarflokkinum og danskur skattamálaráðharri heldur ikki, at tað er realistiskt at hugsa sær, at danir vilja geva føroyingum eina langa skiftistíð, í sambandi við møguligt fullveldi. Harafturímóti heldur Stavad, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um sjálvstýrislóg er skilagott, og er eitt gott boð upp á framtíðar samstarvið landanna millum

Eins og tað hevur verið siður í mong ár, so fekk landsstevna Javnaðarfloksins aftu vitjan frá danska systurflokkinum, Socialdemokratínum.

Gesturin í ár Ole Stavad. Hann er næstformaður í danska javnaðarflokkinum og samstundis eisini skattamálaráðharri, og tískil ikki hvør sum helst, tá hugsað verður um tær samráðingar, sum liggja fyri framman í málinum um ríkisviðurskiftini.

Áðrenn fundin segði formaður Javnaðarfloksins, at hann vænaði, at Ole Stavad fór at geva eina ábending hvat føroyingar kunnu vænta sær í sambandi við tær samráðingar, sum standa fyri framman, og tað var eisini júst tað hann gjørdi.

Tað, sum Jóannes vísti til var, at hann sjálvur fyri viku síðani var gestarøðari á landsfundinum hjá danska systurflokkinum, og tá setti hann út í kortið hvat hann væntar av framtíðar samstarvinum landanna millum.


Uppskotið hjá Javnaðar-flokkinum skilagott

Ole Stavad segði í røðu sínari, at hann helt, at tær metingar, sum Jóannes gjørdi sær í Odense fyri góðari viku síðani vóru á eini heilt góðari leið, tí sambært Jóannesi skal eitt framtíðarsamstarv byggja á sjálvstýri, líkarætt og »gensidig respekt«, sum tikið verður til.

Tó roknar Ole Stavad ikki við, at tað fer at vera møguligt at broyta donsku grundlógina í hesum sambandi, tí tað er ein krevjandi prosess, sum sambært metingum Stavads ikki eru serliga realistisk.

Harafturímóti heldur næstformaðurin í danska Javnaðarflokkinum tað vera góðar møguleikar fyri øktum føroyskum sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin. Hetta sjálvstýri, sum ikki skal kunna takast aftur av dønum, skal galda í øllum innanlendis viðurskiftum. Stavad heldur ikki, at tað nýtist vera ein ógjørlig uppgáva at leggja nýggj øki til føroyska sjálvstýri og í tí sambandi nevndir hann rættarmál sum eitt dømi.

Hóast Stavad serliga nevnir innanlendis viðurskiftir, so leggur hann dent á, at tað ikki eigur at vera ómøguligt at finna eina loysn fyri uttanríkisviðurskiftum føroyinga.

Ole Stavad heldur tí, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er gott og realistiskt boð upp á eitt framtíðar samstarv millum Føroyar og Danmark.

? Eg havi tað fatan, at tað er stórur politiskur vilji millum danskar flokkar og danskar politikarar fyri at finna loysn, sum geva føroyingum økt sjálvstýri, men sum samstundis varðveita ríkisfelagsskapin landanna millum, segði Ole Stavad.


Stórur

meirluti neyðugur

Umframt tað, so legði næstformaðurin í einunm av størstu donsku flokkunum dent á týdningin fyri einum breiðum meiriluta fyri broytingunum.

Hann segði, at tað eru sera stórar broytingar, sum liggja fyri framman.

? Talan er um avgerðir, har tað ikki vendst aftur til gomlu støðuna, um bondini vera kvett, og tí er týdningarmikið, at hesar avgerðir ikki vera tiknar av nøkrum fáum. Danski Javnaðarflokkurin vil alla tíðina bera so í bandi, at undirtøkan í fólkatinginum er so stór sum tilber, segði Ole Stavad.

Tí heitti hann eisini á føroyingar - og ikki bara á føroyska Javnaðarflokkin - um at bera so í bandi, at tað er stórur meiriluti í fólkinum og í tinginum fyri teimum broytingum sum skulu gerast.


Lang skiftistíð órealistisk

Í sambandi við Hvítubók og tað arbeiði, sum farið er fram í tí sambandi hevur verið tosað um, at tað er neyðugt við eini skiftistíð, um føroyski búskapurin skal hava møguleika at tillaga seg til støðuna eftir ríkisveitingina.

Í hesum sambandi er útgangsstøði í Hvítubók, at skiftistíðin skal verða eini fimtan til tjúgu ár.

Nógv hevur verið tosað um hvørt hetta er møguligt ella ikki.

Fyri nøkrum døgum síðani hevði Útvarpið samrøðu við Anders Fogh Rasmussen, sum er formaður í danska Vinstraflokkinum:

? Er ynski í Føroyum um økt sjálvstýri, vilja vit sjálvandi gera alt vit kunnu frá danskari síðu fyri at ganga hesum á møti. Men samstundis vera vit noyddur til at gera vart við, at tað far búskaparligar avleiðingar.

Anders Fogh Rasmussen leggur afturat, at tað sjálvandi eru føroyingar, sum eiga avgerðina, men at føroyingar mugu vera greiðir yvir, at er kravið økt sjálvstýri, so koma heldur eingir pengar úr Danmark. Og skjótari tað gongur, jú skjótari fellur búskaparligi stuðulin burtur - og har má so finnast ein ella onnur balansa.

Ole Stavad segði í røðu síni í Skopun leygardagin, at hann í stórum er samdur við Anders Fogh Rasmussen, og at hann metir, at tað er órealistiskt at trúgva, at skiftistíðin verður so long sum 15-20 ár.

Ole Stavad metir ikki at tað fer at bera til at fáa flokkarnar í fólkatinginum at taka undir við so langari skiftistíð, og hann metir heldur ikki at tað fer at bera til at fáa unditøku í danska fólkinum fyri hesum.


Missa rættindi

Næstformaðurin í danska javnaðarflokkinum sigur nevniliga, at um føroyingar velja at fara úr ríkisfelagsskapinum við at taka fullveldið, so mugu partarnir sjálvandi avtala á hvørjum økjum tað skal samstarvast á í framtíðini, sigur Ole Stavad.

Samgongan hevur tosað um, at føroyska og danska umsitingin skulu arbeiða tætt saman, men tað er nakað sum skal samráðast um fyrst, sigur Ole Stavad.

Hann festir seg eisini við, at tað broytingar í ríkisviðurskiftunum fara at hava við sær avleiðingar fyri rættindini hjá tí einstaka føroyinginum.

? Tá vit eru í ríkisfelagsskapi tosa vit eisini um tey fullu rættindini hjá tí einstaka føroyinginum. Rættindir sum eru tey somu fyri øll, líkamikið um vit eru danir, føroyingar ella grønlendarar. Velja føroyingar at fara úr ríkisfelagsskapinum er henda støða broytt fyri tann einstaka føroyingin, sigur Ole Stavad.

At enda í røðu sínari leygardagin segði Ole Stavad, at hann inniliga vónar, at tað fer at bera til at varðveita ríkisfelagsskapin millum londini. Hann hevur, sum mong onnur við honum, staðfest, at neyðugt er við broytingum, men hann dylir ikki fyri, at danir fara at respektera tær avgerðir, sum tiknar vera í Føroyum. Hann leggur afturat, at líkamikið hvat úrslitið av samráðingunum verður, so fara danir altíð at kenna eitt tilknýti til Føroyar og ein felagsskap við føroyingum, tí bondini, sum eru landanna millum, eru okkara søga, segði Ole Stavad, danskur skattamálaráðharri og næstformaður í danska javnaðarflokkinum, at enda í síni røðu á landsstevnu Javnaðarfloksins.