Long søluferð men góður prísur

Útróðrarmenn á Sandi fara sjálvir á uppboðssøluna á Toftum við fiskinum Bátaeigarar á Sandi hava sjálvir koyrt fiskin inn á uppboðssøluna á Toftum.

Hetta er long ferð, sum eisini tekur sera nógva tíð. Men uggin er, at teir hava fingið sera góðan prís - heilt upp í 28 krónur fyri kilo.

Men tað skal eitt sindur til. Ferðin við Teistanum kostar 280 krónur, og flutningsstuðulin er 0,24 krónur fyri kilo. Tað vil siga, at fer ein útróðrarmaður norður um fjørðin við 300 pundum, skal hann gjalda 280 krónur fyri ferðina Skopun-Gamlarætt, men í flutningsstuðuli fær hann einans 36 krónur.

Kelda: bkv.fo