Long og djúp riva í Antarktis

Eitt risastórt ísfjall, ið er til støddar sum stórbýurin New York, er í ferð við at brotna av ískappanum har vesturi í Antarktis. Amerikonsk vísindafólk siga, at ein 50 metrar djúp og 30 kilometrar long riva er komin í ískappan, og at rivan gerst tveir metrar breiðari um dagin.

Roknað verður við, at tað ovurstóra ísfjallið fer at loysna frá ískappanum í vetur. Tað verður næstan 900 ferkilometrar stórt, men sambært amerikonsku vísindafólkunum hevur hetta einki við veðurlagsbroytingarnar at gera.

-Hetta hendir við jøvnum millumbili. Seinast var í 2001, og vit hava bíðað eftir, at tað skuldi henda aftur skjótt, sigur granskarin Michael Studinger, ið arbeiðir hjá Nasa.

Hann sigur, at vísindafólk, sum flugu uppi yvir ísinum í september, varnaðust ta longu og djúpu rivuna.