Í gjár vóru tvey óhapp á Landsvegnum ímillum Havnina og Kollafjørð, sum elvdu til nakað av ferðsluruðuleika við longum bíðrøðum av bilum.
Talan var um tvey óhapp av tí meiri av óvanliga slagnum. Um miðdagsleitið varð ein treylari á veg ígjøgnum Kollafjarðartunnilin, men inni í tunlinum blokeraðist eitt hjól, so hann fekk ikki koyrt.
Løgreglan sigur, at fyri at forða fyri, at einki óhapp stóðst av hesum, máttu á staðið at leiða ferðsluna uttan um treylarin.
Tað tók eina løtu at fáa hjólið leyst aftur, so at treylarin fekk koyrt. Men hann var ikki meiri enn farin, tá ið eitt annað óhapp hendi við rundkoyringina oman fyri Hvítanes í sambandi við Eysturoyartunnilin.
Har var ein treylari á ferð við eini maskinu í lastini, tá ið ein veirur, sum helt maskinuni, brádliga slitnaði, so at maskinan hekk hálv út av.
Løgreglan sigur, at eisini tað elvdi til nógvar seinkingar, tí ferðslan mátti leiðast uttan um treylaran. Tað kom eisini olja á vegin og hon mátti spulast burtur, áðrenn vegurin heilt varð latin upp aftur.
Løgreglan sigur, at tað tók yvir ein tíma áðrenn glið kom á ferðsluna aftur.
Løgreglan sigur eisini, at hetta var eitt óhapp, sum kom óvart á tey, tí av røttum skuldi veirurin tolt nógv størri vekt enn tað, maskinan vigar.