Long bíðirøð til koronakanning á Landssjúkrahúsinum

Rættiliga nógv fólk er til kanningar fyri koronu í morgun

Tað er rættiliga nógv fólk, sum vil lata seg kanna fyri koronu í morgun.I gjár varð boðað frá, at tvey fólk í Føroyum hava fingið koronu, umframt ein dani, sum hevur verið her, men sum er farin av landinum aftur.

##med2##

Og aftur í morgun váttar landslæknin, at enn fleiri tilburðir av koronu eru staðfestir í Føroyum.

Og tað hevur elvt til, at eitt stórt tal á fólki letur seg kanna fyri koronu og á Landssjúkrahúsinum er langar bíðirøðir av bilum, heilt yvir til rundkoyringina á Argjum, av fólki, sum vilja kannast fyri koronu.

##med3##

Í hesum sambandi hava sjúkrahúsini rættiliga brynjað seg út til at kanna fólk.

Fleiri fólk eru boðsend at koma til arbeiðis, soleiðis at tey, ið hava illgruna um smittu, verða kannað skjótast til ber.

##med4##

Til dømis verður talið á teimum, sum kanna fólk fyri korona á Landssjúkrahúsinum, og tvífaldað.

Les meiri um tað her: Nú fara føroyingar aftur í hernað ímóti koronu.

##med5#3