Talið av deyðum hækkar til sjey eftir tað, sum verður hildið at vera eitt jihad-álop í London í gjárvkøldið.
Tríggir menn framdu atsóknina á London Bridge og á Borough Market. Teir stungu fólk við knívi í navi Allah, sigur eygnavitni.
Sjey fólk eru deyð, eftir at tríggir mans leygarkvøldið lupu á fólk í miðbýnum í London. Tað váttar ein talskvinna hjá bretsku løgregluni nú í morgun. Deyðstalið hevur annars verið seks alla náttina.
Umframt tey sjey deyðu, so eru eru tríggir illgerðarmenn deyðir. Teir tríggi álopsmenninir vórðu skotnir og dripnir innan átta minuttir eftir, at løgreglan hevði fingið fyrstu fráboðanina klokkan 22 í gjárkvøldið, sigur hon.
Fyrst koyrdu álopsmenninir ein hvítan vøruvogn inn í fólk á London Bridge, og teir hildu á við blóðugu atsóknini við at fara úr bilinum og stinga fólk við knívi á einum marknaðarøki við nógvum pubum og atstovum.
Álopið er bara slakar tvær vikur eftir, at ein bumbumaður drap 22 fólk, sum vóru við at fara frá eini konsert í Manchester Arena.
Eins og í Manchester er tekin um, at álopið er framt av víðgongdum islamistum.
Løgreglan drap allar tríggjar álopsmenninir, eftir at teir lupu á fólk á Borough Market við knívi. Teir vóru allir útgjørdi við følskum bumbubeltum, upplýsr løgreglan.
– Teir runnu runt og róptu, at hetta er fyri Allah. Teir stungu eina gentu kanska 10 ella 15 ferðir. Hon rópti »hjálp mær hjálp mær«, greiðir eygnavitni frá.
Vitni sigur víðari, at hann saman við fleiri kasta fløskur eftir illgerðarmonnunum fyri at halda teimum burtur.
Álopið á London Brigde, líkist álopinum á Westminster Bridge 22. mars. her koyrdi ein 52 ára gamal islamistur ein persónbil upp á gongubreytina á brúnni og pløgdi fólk niður, áðrenn han royndi at treingja inn í bretska tjóðartingið. Fýra fólk doyðu og yvir 50 særd.
Fyribils er einki sagt um, hvørjir illgerðarmenninir frá London Bridge og Borough Market vóru. Álopini hendu fimm dagar fyri tjóðartingsvalið í Bretlandi.
– Vit viðgera hetta sum eina yvirvangsatsókn, og kanningararbeiðið er farið í gongd, sigur talsmaður fyri løgregluna.
London Amulance Service upplýsir, at tey hava kort 48 fólk til fimm ymisk sjúkrahús í London eftir álopið.
Støðan hjá nøkrum av teimum særdu er kritisk, sigur borgarstjórin í London, Sadiq Khan. á tíðindafundi í morgun.
Konservativi flokkurin hjá Theresu May, forsætisráðharra, hevur í morgun boðað frá, at tey steðga valstríðnum. Enn eru eingi líknandi boð koman frá hinum stóra flokkinum, Labour.
Udenrigsministeriets Borgerservice í Danmark heitir á fólk um at seta seg í samband við avvarðandi. Uttanríkisráðið í Danmark sigur í morgun, at enn hava tey eingi boð fingið um, at danskir ríkisborgarar eru millum tey særdu.
Blóðugast islamistiska álopið í London var í 2005, tá 52 fólk doyðu undir samskipaðum álopum á samferðslunetið í London.
/ritzau/









