Í gjárkvøldið vórðu háhúsini The Shard í London tikin í nýtslu. Húsini eru 310 metrar høg í 96 hæddum og hægsti bygningur í Evropa. Húsini hava skap sum ein pyramida.
Hóast húsini standa væl fyri í London, standa meiri enn 30 hæddir tómar, men sambært bretsku fjølmiðlunum ørkymlar tað ikki kongsættina í Qatar, sum hevur fíggjað byggingina.
Sheikh Abdullah Bin Saoud Al Thani, sum er stjóri í Qatar Central Bank, sigur við bretsku fjølmiðlarnar, at tey hava álit á marknaðinum, og at viðurskiftini fara at koma í rættlag, tá fíggjarkreppan fer at hasa av.
Verkætlanin við The Shard hevur kostað umleið hálva aðru milliard bretsk pund.










