Kl. 8.50 í morgun ringdu kirkjuklokkurnar á St. Paul´s Dómkirkju fyri teimum, ið mistu lívið 7/7 2005. Hetta var júst løtan, tá ið tann fyrsti bumbubresturin av fýra hoyrdist hendan myrka hósmorgunin í bretska høvuðsstaðnum. Á middegi í dag varð lýst fyri tveimum minuttum í tøgn yvir alt landið, eisini í stóru Wimbledon tennis-kappingini, sum fleiri eygu kring allan heimin fylgja við í. Eftir hetta var gudstænasta í St. Pancras Church við Euston Road, har fleiri trúargreinar luttóku.
Bretar minnast
Bretska tjóðin minnist ræðuliga dagin fyri einum ári síðan, tá ið fýra bumbumenn á ymiskum støðum, har nógv fólk var savnað, sprongdu seg í luftina og tóku tilsamans 52 onnur við sær í deyðan. Fólk í hundraðtali komu til skaðis av spreingingunum.
Dagurin hevur uttan iva sett seg í minnið á teimum flestu. Fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burturúr degnum og eisini hava teir seku handan atsóknirnar gjørt vart við seg. Ígjár vórðu sjónbandupptøkur av tí eina bumbumanninum sendar á arabisku rásini Al-Jazeera. Hetta hevur sjálvsagt lagt ein enn myrkari dám á minningardagin.
Ein annar komandi 7/7?
Bretar hava sett sær spurningin um teir eru til reiðar til eina aðra bumbuatsókn. Eftir yvirgangsatsóknirnar 11. september í 2001 hava myndugleikar í bretska høvuðsstaðnum fyrireikað seg til eina tílíka atsókn. Og tað gekk væl við at koma út á gerningsstøðini og við hjálp. Fleiri hundrað hjálparfólk hava fingið virðisløn fyri teirra avrik hendan dagin. Men hendan umfatandi atsóknin, við fýra álopum á ymiskum støðum og trý av teimum samstundis, var ein stór avbjóðing hjá hjálparfólkum. Hetta gjørdi tað trupult at samskifta og skipa hjálpararbeiðið. M.a. gramdi ambulansatænastan seg um, at tey vóru ov bundin av fartelefon-samskifti. Slíkt samskifti varð ómøguligt hendan dagin, orsakað av yvirkapasiteti. London Ambulance Service viðgjørdu og fluttu meiri enn 400 sjúklingar eftir bert trimum tímum.
Boð frá bumbumonnunum
Dagin fyri minningardagin sendi al-Jazeera rásin myndir av tí eina bumbumanninum, sum eisini doyði. Á bandinum ákærir bumbumaðurin bretsku veljararnar fyri at hava atkvøtt fyri sitandi stjórnini. Bumbumaðurin sigur, at fleiri líknandi atsóknir eru í væntu, um ikki herdeildirnar í Afganistan og Irak verða tiknar aftur. Bandið er tikið upp, áðrenn hann fór umborð á tokið í undirgrundini í London, við Circle Line støðina. Við honum doyðu seks onnur. Somuleiðis er eitt brot á sama bandi við næstovastanum í al-Qaeda, Ayman al-Zawahiri, sum rósar bumbumanninum Tanweer fyri hansara avrik og fyri hansara lívsførslu annars. Hetta var eisini sent á al-Jazeera.
Myndatekstur: Stórbýurin var lammaður hendan dagin, tá ið hann var raktur av yvirgangsatsóknum