London: 18 ára gamal handtikin

Bretska løgreglan hevur handtikið ein 18 ára gamlan í sambandi við bumbuálopið í gjáramorgun. Bretska løgreglan sigur, at hendan handtøkan verður mett at hava stóran týdning fyri at uppklára málið.  

 

 

Maðurin er handtikin fyri bumbuálopið í undirgrundstokið á Parsons Green støðini í London í gjár. Tað sigur løgreglan í morgun, sambært ritzau. 

 

 

Maðurin er handtikin og undir illgruna fyri yvirgangsvirksemi. Maðurin varð handikin í Dover økinum í landsynnings Bretlandi. 29 fólk vórðu særd, tá ið ein bumba brast í undirgrundstokið í gjáramorgun í London. 

 

/ritzau/