Lond verja mørk - ikki menniskju

Heimurin er støðugt vandamiklari fyri flóttafólk og migrantar. Vit liva í dag í einum heimi uttan altjóða samhaldsfesti, har lond verja borg og egin landamørk, men ikki rættindini hjá einstaka menniskjanum. Hetta var høvuðsboðskapurin hjá Amnesty International í samband við ársfrágreiðingina 2013. Ein boðskapur, sum eisini er viðkomandi fyri Føroyar, sum standa yvirfyri at yvirtaka útlendingamál.

Flóttafólk eru millum sárbærastu menniskjuni í heiminum. Tey eru fyrst og fremst svikin av heimlandi sínum, og londini, sum tey leita sær til at finna friðskjól, fordøma síðani hesi menniskju, áðrenn tey hava møtt teimum. Hetta er veruleikin í Evropa í dag. Herd marknaeftirlit og politisk fordøming eru við til at skapa fremmandahatur og økja um ta vanvirðing og tann harðskap, sum hesi sárbæru menniskju eru í stórum vanda fyri.

“Nógv av hesum versnar orsakað av populistiskum retorikki, sum vendir sær ímóti flóttafólkum og migrantum, og sum í veruleikanum kávar útyvir innlendistrupulleikar hjá stjórnunum,” segði Salil Shetty aðalskrivari hjá Amnesty International, tá ársfrágreiðingin varð løgd fram í London í gjár.

“Tað ber ikki longur til at siga, at flóttafólk og fólk, sum eru flutt heimanífrá, eru ósjónlig og tí óneyðug at hugsa um. Tað liggur á okkum øllum at verja tey. Nýggi miðlaheimurin við Facebook, Twitter og Youtube gera tað alt truplari at goyma brot á mannarættindi handan landamørk og gevur betri møguleikar enn nakrantíð fyri øll at verja rættindini hjá milliónum av fólkum, sum eru skrødd úr heimum sínum,” segði Salil Shetty.

Í ársfrágreiðingini hjá Amnesty International 2013 verður staðfest, at tíðin er komin til at altjóða samfelagið av nýggjum staðfestir sína ábyrgd at verja allar heimsins borgarar. Tað snýr seg um at viðurkenna, at okkara felags lagna er spunnin úr einum og sama garni, soleiðis sum Martin Luther King Jr. orðaði seg í 1963: “At tað, sum ávirkar ein beinleiðis, ávirkar øll óbeinleiðis”, og sum afrikanska hugtakið “Ubunto” lýsir so rámandi: “Eg eri, tí vit eru”.

Í sambandi við ársfrágreiðingina hevur Amnesty International gjørt ein film um støðuna í eitt nú Sýria og Mali. Filmurin sæst við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.