Lond senda 11 milliardir krónur í krígsstuðli til Ukraina

Ukraine stóran milliardastuðul til kríggið ímóti Russlandi eftir donorstevnu í Danmark, har 26 lond hava luttlikið.

 

Verjumálaráðharranir í Ukraina, Danmark og Bretlandi leggja fram úrslitið av stevnuni í Keypmannahavn. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

Danmark og fleiri onnur lond eru í dag á donorstevnu í Keypmannahavn vorðin samd um at stuðla Ukraina í krígnum ímóti Russlandi við yvir 1,5 milliardum evrum.

Tað upplýsir danski fíggjarmálaráðharrin, Morten Bødskov, á tíðindafundi. Hann er vertur fyri stevnuni saman við ukrainska verjumálaráðharranum, Oleksij Reznikov, og bretska verjumálaráðharranum, Ben Wallace.

1,5 milliardir evrur svarar til yvir 11 milliardir krónur í okkara pengum. Pengarnir kunnu til dømis fara til vápnastuðul og venjing av ukrainskum hermonnum.

Og tann upphæddin kann framvegis hækka, leggur Morten Bødskov dent á.

– Fleiri lond hava eisini boðað frá, at tey vilja stuðla, men skulu fyrst heim at kjakast um tað í sínum tjóðartingum, sigur hann.

Ein grunnur til at økja um fíggingina og vápnaframleiðsluna er eisini avtalaður á stevnuni. Bretland fer at stovna grunnin.

Stevnan hevur eisini viðgjørt minurudding í Ukraina. Har fer Ísland at hava ein leiðandi leiklut í fyrireikingini av minurudding.

Harumframt hava fleiri lond sum Pólland og Slovakia boðað frá á stevnuni, at tey fara at økja framleiðsluna av hernaðarútgerð.

Oleksij Reznikov segði á tíðindafundinum, at hann er »fegin fyri stevnuna og úrslitið«.

Í mun til, hvat Ukraina ítøkiliga ynskir at fáa pengar til, ljóðar, at londini »kenna listan yvir ynskini.«

– Tey fara at gera av, hvør ið er klárur at lata hvat til Ukraina við hesum pengum, sigur ukrainski verjumálaráðharrin.

Ráðharrarnir leggja dent á stóra týdningin í at hjálpa Ukraina móti Russlandi.

– Stríðið hjá Ukraina er okkara stríð. Vit standa saman, og vit standa saman við Ukraina, sigur Morten Bødskov.

Ben Wallace sigur, at »Russland er farið at gera feilir á mongum økjum« í krígnum.

Hann nevnir, at russar fleiri ferðir hava »moficerað« málið við innrásini og nú bara tosa um støð í syðra og eystara parti av Ukraina.

Partarnir á donorstevnuni fara at hava ein eina uppfylgjandi stevnu á netinum í september.

/ritzau/

 

 

Verjumálaráðharranir í Ukraina, Danmark og Bretlandi leggja fram úrslitið av stevnuni í Keypmannahavn. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix