Lomvigin illa fyri víða um lond

Tað er ikki bara í Føroyum, at lomvigastovnurin er illa fyri. Sama er í Grønlandi, Íslandi og á Svalbard.

Tað hevur fingið Grønlands Naturinstitut at tala at og ávarða, nú loyvi fyrr í ár varð givið til várveiði eftir lomvigu í Upernavík og Ummanaq-økinum.

 

Tey lomvigalond, sum antin eru støðug ella eru í framgongd í Grønlandi, er bert at finna í Qaanaaq-økinum. Onnur lomvigalond, sum tilsamans eru 14 í tali í Grønlandi, eru antin minkað burtur í lítið og einki - ella eru í stórari afturgongd.

 

77 prosent av lomvigastovninum í Grønlandi verpur í Qaanaaq-økinum, og næst størstu londini - ella 19 prosent - reiðrast í Upernavík-økinum.

 

- Støðan hjá lomvigastovninum í Upernavík-økinum er hættislig, staðfestir granskarin, Flemming Ravn Merkel, sum starvast hjá Grønlands Naturinstitut. Hann vísir á, at stovnurin í norðara parti av Upernavík Apparsuit og Kippaku samanlagt eru minkaðir við umleið 46 prosentum síðan 1990. Teir syðru stovnarnir eru í sama tíðarskeiði minkaðir við heili 74 prosentum.

 

Tvey lomvigalond sunnan fyri Upernavík eru púrasta útdeyð síðan 2003, og tvey eftirverandi á leiðini eru nú so smá, at tey eisini eru í vanda fyri at doyggja út.

 

Flemming Ravn Merkel vísir á, at várveiða eftir lomvigu í Upernavík og Ummannaq-økinum í tíðarskeiðnum 15. apríl til 15. mai sambært kunngerð avgjørt fer at gera støðuna hjá lomvigastovninum í hesum økjum uppaftur verri. Grønlands Naturinstitut hevði annars vónað, at lomvigin fór at fáa frið í verpingartíðini.

 

- Sjálvt um vetrarveiðan eftir lomvigu í Vesturgrønlandi er skerpað, kann hetta kortini ikki viga upp við várveiðini í Upernavík-Uummannaq. Orsøkin er, at meginparturin av fuglinum, sum verður skotin um veturin í Vesturgrønlandi, kemur av Svalbard, Íslandi og Kanada.

 

Granskarin, Flemming Ravn Merkel, sigur, at lomvigastovnarnir á Svalbard og í Íslandi eisini eru í stórari minking. Tí heldur hann tað vera gott, at Grønland tekur atlit og skerpar vetrarveiðina, men hann leggur dent á, at hetta bert í minni mun hjálpir upp á grønlendska lomvigastovnin.

 

Tað er grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - sum ber hesi tíðindi, ið byggja á eitt tíðindaskriv, sum Grønlands Naturinstitut hevur sent út.