Lomvigin eigur at verða friðaður

- Tað er so illa statt við lomviganum, at hann eigur at verða friðaður alt árið. Hinvegin ger tað neyvan mun at friða lundan, hóast støðan er vanlukkulig, heldur formaðurin í Útoyggjafelagnum

- Eg haldi, at lomvigin eigur at verða friðaður

Tað er boðskapurin frá Óla Jákup úr Dímun.

Hann er útoyggjamaður av Stóru Dímun og formaður í útoyggjafelagnum, sum hevur aðalfund í Fugloy í dag.

Tað hevur mangan verið ført fram, at fuglaveiða er ein týðandi táttur í møguleikunum at skapa sær livilíkindi á útoyggj.

Men fuglaveiða er í vanda, tí fuglurin er minkaður og í útvarpinum hava vit hoyrt harmaljóð úr tí mesta landinum at kalla alla síðstu viku um, hvussu illa tað stendur til við fuglameinginum, bæði lomviganum og lundanum.

Óla Jákup í Dímun ásannar, at støðan er vánalig og hon er akkurát líka vánalig í Stóru Dímun, sum hon er í landinum annars, eisini á plássum, sum plaga at vera frágera góð fuglapláss.

- Tað verður latið illa at allastaðni og tað kunnu vit í Stóru Dímun tíverri ikki annað enn taka undir við, sigur hann.

- Tað sær syndarligt út við fuglinum, leggur hann afturat.

- Vit síggja, at lundin ger okkurt lítið rend inn á land, men tað er bara ein, tveir dagar, so er hann vekk aftur.

Hann sigur, at av tí sama er svarta onki komið burturúr fleygingini higartil í ár.

- Og sum støðan er nú, vænti eg heldur ikki, at nakað fer at koma burtur úr, hóast vit sjálvandi vóna tað besta.

Gamli dímunarbóndin sigur, at tað sær eisini syndarliga svart út við lomviganum.

- Sum eg dugi at síggja, trúgvi eg ikki, at nakar liggur á eggi. Undir øllum umstøðum eru teir ótrúliga fáir, sigur hann.

Stór lomvigabjørg eru í Stóru Dímun, men hann metir, at tað eru í mesta lagi 10% eftir av tí, sum var, tá ið hann var upp á tað mesta fyri 40-50 árum síðani.


Lomvigin friðast

Óla Jákup væntar ikki at tað nyttar at friða lundan fyri fleygi, tí tað er so lítið intensiv veiða, at tað avmarkar seg sjálvt og tí ger tað valla mun.

Hinvegin heldur hann kanska, at tað er rætt at lata vera við at geva loyvi at draga lunda.

Hinvegin er heldur ikki loyvt at taka lomvigaregg og annars er bert loyvt at skjóta lomviga eina stutta tíð um veturin.

Annars er lomvigin friðaður tað mesta av árinum. Men hóast hann hevur verið friðaður mestsum alt árið í nógv harrans ár, vísir tað ikki at gera mun.

- Tá ið støðan er so vánalig, sum hon er, er so øgiliga skjótt at gera av við tað syndrið, sum er eftir.

Hann heldur, tískil eigur lomvigin at verða fullkomiliga friðaður.

Hann vísir eisini á, at bátarnir, sum skjóta nú, eru so effektivir, teir sigla bæði skjótt og langt og tí gera teir mun á stovninum.

- Tað er ikki vist, at tað hjálpir at friða lomvigan. Men tað er tað einasta, vit kunnu gera og so hava vit gjørt tað, vit kunnu.

Sjálvur metir hann, at orsøkin til, at fuglurin minkar, er, at hann manglar føði.

- Annars frættist frá bátunum í oljuvinnuni í Norðsjónum, at tað er ein øgiligur fuglur, sum doyr av dálking rundanum boripallarnar og av eldunum, sum brenna á pallinum.

- Tað eru kanska fleiri viðurskifti, sum gera seg galdandi, tí tað er ikki vist, at tað er veiðan, sum hevur beint fyri fuglinum. Tað kann einsvæl vera ein samanspæl ímillum veiði, dálking og trot á føði, sigur Óla Jákup úr Dímun.