UMMÆLI
Sandurin var ikki meiri enn hálvfullur, tá ið framførslan fór í gongd, beint áðrenn midnátt leygarkvøldið. Men tað forðaði ikki bólkinum í at seta gongd í.
Hóskandi navn
At navnið Guillemots, ið merkir ‘lomvigar’, ikki kemur av ongum, var skjótt greitt. Meðan garvilli trummuspælarin og kvinnuligi kontrabassisturin løgdu ein tungan og góðan botn, vóru alskyns óljóð blandað saman í ein vælljóðandi kokkteyl. Saksofonisturin og klarinettspælarin megnaðu at ljóða júst sum illir lomvigar.
Sangarin, Fyfe Dangerfield, ið tók sær av tangentunum og spældi gittar inn í millum, legði sína penu og vælljóðandi rødd omaná. Hann sang ótrúliga vakurt, og var hansara rødd eitt slag av reyðum tráði í skipaða óruddinum. Serliga tá ið hann stóð einsamallur við gittara hoyrdi tú, at hesin maðurin dugdi at syngja. Bæði í sangi og útsjónd minti hann eitt sindur um háttvirda Jeff Buckley, sála.
Illa ber til at seta tónleikin hjá Guillemots í ein ávísan bás. Sambært bólkinum sjálvum, er hetta eisini meiningin. Meðan okkurt lagið koyrdi í skjóttgangandi polkatakt, var okkurt annað reinur poppur. Tó við lomvigaljóðið.
Bassurin át alt
Vánaligt ljóð hevur øst mangan tónleikara og somuleiðis mangan áhoyrara gjøgnum ár og dag. Ein bólkur kann spæla sína bestu framførslu nakrantíð, men samstundis ljóða ræðuligt í oyrunum á áhoyrararnum, orsaka av vánaligum ljóði. Og hvussu ofta hevur ein áhoyrari ikki fingið eina vánaliga framførslu, tí at tóneikararnir ikki hava havt nóg gott ljóð og ikki hoyrt hvønn annan nóg væl á pallinum?
Sjálvt um ljóðið var sum heild gott á G!, var hetta tiverri ikki galdandi undir framførsluni hjá Guillemots. Ljóðið var vánaligt (ið øllum førum har sum eg stóð), og hetta forðaði mær í at njóta hana til fulnar.
Serliga var tað ógvusliga bassljóðið, ið plágaði meg. Ikki so nógv ljóðið á sjálvum kontrabassinum, men heldur felags bassljóðið út eftir. Tann lági frekvensurin, sum tað kallast á tónleikamáli.
Hetta gjørdi, at øll tey spennandi og nýskapandi elementini, sum skuldu vera so áhugaverd, druknaðu í tí altumfevnandi bassinum. Ótrúliga synd.
Vónandi var hetta bara galdandi fyri meg, ella har sum eg stóð, tí allatíðina hómaði tú tað geniala í tónleikinum, men slapp aldrin ordiliga at njóta tað.