Kappróðrarárið í fjør var darvað av ringum veðri. Veðrið var so ringt, at fleiri bátar fingu skaðar á landavegnum. Ein teirra var seksmannafarið Lómur hjá Argja Róðrarfelag. Báturin, sum varð fluttur á stevnuøkið við bátavogni, tók so nógvan vind á seg, at hann feyk á vegin. Báturin fekk so nógvan skaða, at hann ikki kundi brúkast aftur.
Í einari handavending lændi felagið seksmannafarið Hósvíking eftir staðfest varð, at ábøtur ikki kundu gerast á Lóm. Men nú hevur felagið latið nýggjan bát byggja. Sámal Hansen smíðaði gamla Lómin, og hevur hann eisini staðið fyri nýggja bátinum, sum varð flotaður týsdagin. Forkvinna í Argja Róðrarfelag, Anna Katrina Larsen er fegin um, at nýggi báturin loksins varð flotaður.
- Stórur áhugi er fyri nýggja bátinum. Hann er mannaður við kvinnum, monnum og oldgirls við kvinnum, sigur Anna Katrina Larsen. Hon vónar, at báturin fer at roynast væl.










