John Johannessen
tinglimur fyri Javnaðarflokkin
???????????????????????
"Støðan hjá umhvørvinum er góð og tí er ikki neyðugt at føra ein virknan umhvørvispolitikk." Hetta er høvuðsboðskapurin hjá super borgarliga danska ráðgevanum Bjørn Lomborg, sum landsstýrismað-urin í orkumálum hevur boðið til Føroya at røða um orku og umhvørvi tann 20. august.
Landsstýrismaðurin boðar í tíðindaskrivi frá, at Bjørn Lomborg er boðin til Føroya í sambandi við arbeiðið at orða ein føroysk-an orkupolitikk. Vónandi er ætlanin hjá landsstýrismanninum við hesi vitjanini at fáa lív í orku- og umhvørviskjakið. Er ætlanin hjá landsstýrismanninum hinvegin, at hugsjónirnar hjá Bjørn Lomborg skulu vera grundarlagið undir føroyska orkupolitikkinum, fær hann ikki undirtøku fyri hesum frá Javnaðarflokkinum.
Køvir útyvir
Lomborg hevur seinastu tíðina verið eitt gott navn hjá borgarligu stjórnini í Danmark at halda seg til. Júst tí, at hann hevði hesar hugsjónir um, at ikki er neyðugt at taka størri umhvørvisatlit, tí umhvørvið hevur tað gott, hevur hann verið tað stóra oraklið hjá danska forsætisráðharran-um, tá tað um umhvørvispolitikk ræður. Borgarliga danska stjónin hevur við Lomborg í rygginum skúgvað til viks tann frálíka umhvørispolitikkin, sum undanfarna Socialdemokratiska stórnin í Danmark setti sær fyri.
Aftur á rættkjøl
Vónandi er ætlanin hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, við vitjanini hjá Lomborg ikki tann sama. Er hetta kortini ætlanin, fer Javnaðarflokkurin at seta seg ímóti og fáa orku- og umhvørvispolitikkin hjá samgonguni aftur á rættkjøl.