Min góði elskaði beiggi, nú eru fimm mánaðir farnir, men tað følist enn sum í gjár, at boðini komu um, at tú ikki var her meira.
Várið kemur so spakuliga, men tú kemur ikki aftur. Tað verða ikki fleiri telefonsamrøður at tosa, eingin Loll at ringja til, har kom eingin ávaring, sum segði, at okkara samrøða fríggjadag, skuldi verða tann seinasta. Men sunnumorgun var tú ikki her meira.
Eg sakni teg so sáran. Siggi teg fyri mær sum smádrong og árini uppeftir. Tú bleiv til ein so deiligan drong og mann, róligur og álítandi, man visti altið, hvar man hevði teg.
Vit blívu ikki spard fyri mótgang og sorgir, men vit komu viðari, tí vit vóru har fyri hvørjun øðrum og tað styrkti bæði teg og okkum.
Tú fann tær konu av Nesi, og tú og Irma fingu eitt deilig heim saman. Eg veit, at tú tveist væl har noðruri, men ein partur var altið eftir her. Komu tit suður, var altíð fullur bilur av fiski, sum vit vóru sera takksom fyri, og vit smíltust altíð, tí tú var so tungur, tá tit fóru avstað aftur, sum um tað var eitt annað land. Men hatta var bara tú góði, sjómans lívið gjørdi, at tú ikki var so nógv heima, og frítíðin kundi ofta verða ov stutt at deila við øll. Men tú royndi og so var telefonin eitt gott amboð til kontakt.
Eg kundi skrivað eina bók, men tú kemur ikki at lesa hana. Men í sorgini kann eg smílast og verða takksom fyri øll góð og rík minnir, vit systkin hava havt.
Nú fækkast vit, og hetta er jú lívsins gongd, nú fór tú, í morgin er tað kanska eg, bert Harrin kennir dagarnir.
Góða Irma og børnini hjá Loll. Míni orð eru so fátæk til troyst. Men eg fari at biða Gud um at styrkja tykkum øll í sorgini og sakninum.
Hvíl í friði mín elskaði beiggi.
---------
Systur tín Hervør
--------
Sorg og gleði saman fylgjast,
Søtt og beiskt er bland, mær lutast
Blanda mær í lívsins skál
Slíkt er alt mítt ævi mál.
Gráti eg á nátt og degi
hjálp mær Jesus, at tín gleði
yvir synd og sorgum má
altíð yvirlutan fá.










