Loligo høgguslokkurin er ein av teimum finu mathøgguslokkunum, sum er viða um i Atlantshavi, og Føroyabanki er kanska tað norðasta, hann finst.
- Tað er hugaligt at siggja, at hesin høgguslokkur trivist væl á Føroyabanka, og hevur havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, ofta fingið fittar nøgdir i trolið.
Tað sigur Johan Mortensen, íbirtari, sum við stórum áhuga hevur fylgt við royndunum á Føroyabanka hjá Magnusi Heinasyni seinnu árini.
Tað er ikki minst stóri og ediligi toskurin, sum hevur áhugan hjá Johan. Men, á Føroyabanka er ikki bara toskur. Her eru eisini onnur spennandi fiskasløg.
- Uttan iva er loligo-høgguslokkurin eisini aðrastaðni kring oyggjarnar. Tí hevði tað verið áhugavert, um Havstovan gjørdi eina roynd - ella um eitt skip fekk eitt royndarloyvi.
Johan Mortensen vísir á, at onkrar royndir hava verið gjørdar at gagnnyta loligo-høgguslokk, tá hann er komin í trolið, men høgguslokkurin goymist illa.
- Tí, er helst neyðugt, at eitt skip, sum ger hesar royndir, er útgjørt til hesa veiði burturav.
Íbirtarin leggur aftrat, at loligo-høgguslokkurin smakkar sera væl, og sera stórur altjóða marknaður er fyri honum.
- Eg ivist onga løtu í, at hesin høgguslokkurin er eitt tilfeingi, sum kann gagnnytast við hegni og skili, sigur Johan Mortensen.