Lola til Hogwarts?

Tað sigst, at dóttir Madonnu, Lourdes, ið vanliga verður rópt Lola, hevur fingið eitt tilboð um at luttaka í komandi Harry Potter filminum. Hóast Lola bert er 11-ára gomul, vilja fólkini aftan ?Harry Potter and the Half Blood Prince? fegin hava hana við í filminum.

 

Lola er sjálv sera áhugað í Potter-heiminum og tí vil hon fegin luttaka í filminum, um mamma hennara lovar henni tað. Men Madonna ynskir, at dóttirin skal hava ein púra vanligan barndóm og sostatt er hon ikki nógv fyri at lata Lolu vera við í einum filmi.