Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HC Odense fingu ein hart tiltrongdan sigur í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Talan er um fyrsta kappingarsigurin hjá HC Odense í 2022.
Rókur skoraði eitt mál, og gjørdi sum vanligt sítt í verjupartinum tá HC Odense á heimavølli vann 31-28 á Vendsyssel. Tað sá einki út í steðginum, tí tá var Vendsyssel á odda 19-13.
Men teir hjá Odense vóru sum hamskiftir í seinna hálvleiki, ið teir vunnu 18-9, og harvið dystin 31-28.
Sunnudagin spælir Odense á útivølli móti greiða oddaliðnum, HC Midtjylland.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
1 | HC Midtjylland | 20 | 36 |
2 | HØJ | 21 | 30 |
3 | Grindsted GIF | 21 | 30 |
4 | Team Sydhavsøerne | 21 | 29 |
5 | IK Skovbakken | 21 | 22 |
6 | Otterup HK | 21 | 20 |
7 | Ajax | 20 | 19 |
8 | HEI Skæring | 20 | 16 |
9 | Odder | 19 | 16 |
10 | TM Tønder | 20 | 16 |
11 | Roskilde | 20 | 15 |
12 | FIF | 21 | 14 |
13 | Vendsyssel | 21 | 13 |
14 | HC Odense | 20 | 10 |