Tey eru nógv, ið hava sníkt seg tvørturum brúnna til gongu, á súkklu, við bili ella á annan hátt, men leygardagin verður nýggja brúgvin um Sandá loksins tikin alment í brúk.
Tá arbeiðið upp á brúnna byrjaði fyri fýra árum síðani var ætlanin, at hon skuldi verða liðug á ólavsøku 2015. Tann tíðarætlanin helt tó ikki, og so seint sum í vár lovaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at brúgvin skuldi verða liðug til flaggdagin, so hann kundi renna tvørturum brúnna til flaggdagsrenningina. Tann tíðarfreistin helt heldur ikki, men nú verður brúgvin so loksins tikin í brúk.
Hesa vikuna verður skipað fyri serligum hátíðardøgum í Havnini í samband við, at kommunan fyllir 150 ár. Tað er í tí sambandi, at kommunan hevur loksins avgjørt at lata brúnna upp fyri almenninginum.
Havnar Hornorkestur fer at spæla til tiltakið, meðan Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd, fara at halda røður.










