Um vikuskiftið verður Nobel-heiðurslønin í bókmentum, sum Bob Dylan skuldi fáa í fjør, loksins handað honum. Amerikanski yrkjarin møtti nevniliga ikki upp til handanina og lat heldur ikki hoyra frá sær.
Tað er í samband við, at hann skal spæla á tveimum konsertum í Svøríki um vikuskiftið, at hann ger eitt lítið legg inn á skrivstovuna hjá Nobel-nevndini. Sara Danius, skrivari hjá nevndini váttar, at hann tá fær heiðursbrævið og heiðursmerki frá nevndini.
Sum skilst fer hann tó ikki at halda vanliga fyrilesturin, sum er eitt krav fyri at fáa tær góðar seks milliónir krónurnar, sum eru partur av heiðurslønini. Ístaðin fer hann at lata Nobel-nevndini eina upptøku av onkrum slag, skrivar Sara Danius á bloggu síni.
Leingi var ivasamt, um Bob Dylan yvirhøvur fór at taka ímóti heiðurslønini og pengunum. So seint sum mánadagin skrivaði Sara Danius, at nevndin einki samband hevði havt við Bob Dylan seinastu mánaðirnar, men at hann var kunnaður um, at hann mátti halda ein fyrilestur innan 10. juni, um hann vildi hava peningin.
Sara Danius skrivar, at handanin um vikuskiftið verður lítil og hátíðarlig.
- Einans Bob Dylan og Nobel-nevndin vera til staðar og eingin atgongd verður hjá fjølmiðlum, alt eftir ynskjum hansara, skrivar hon.