Loksins tapti Atli og Roskilde

FC Roskilde hevur veruliga verið væl koyrandi seinastu dystirnar og hevur ikki tapt ein dyst, síðani kappingin varð tikin upp aftur eftir vetrarsteðgin. Henda góða gongd varð tó steðga í dag, tá FC Fyn vann ógvuliga tepurt 1-0. Í FC Roskilde iðra teir seg um hetta, tí teir høvdu fleiri fínar kjansir í fyrra hálvleiki, samstundis sum málið hjá FC Fyn fall eftir eitt ógvuliga bíligt brotsspark í seinna hálvleiki. Atli Danielsen hevði ikki nakran málmøguleika, men var maðurin aftanfyri fleiri vandamiklar deyðbóltsstøður. Júst hetta vápnið eru tey sera fegin um í Roskilde, og hava tey eisini notið gott av tí í øðrum dystum.