Loksins stuðlar Obama Biden

Barrack Obama hevur nú boðað frá, at hann stuðlar Joe Biden í stríðnum um amerikanska forsetaembætið.

– Eg eri so errin at stuðla Joe Biden til forsetavalið í USA. At velja Joe Biden til varaforseta er ein av bestu avgerðunum, ið eg havi tikið, segði Barrack Obama í videoboðum til amerikanska fólkið.

Obama gjørdi greit, at Joe Biden hevur allar tær góðskur, ið ein forseti skal hava, og millum annað legði hann dent á, at Biden hevði evnini at lekja, nú myrkar tíðir eru í USA.

Tað var í farnu viku, at Bernie Sanders gav skarvin yvir og trekti seg úr undanvalinum hjá demokratunum. Úrslitið var, at Joe Biden er seinasti maður á listanum hjá demokratunum, og tí er tað áhugavert, at Obama velur at stuðla honum og júst nú, og ikki meðan Biden hevði demokratiskar kappingarneytar.

Bernie Sanders hevur síðani eisini gjørt greitt, at hann stuðlar Joe Biden í valstríðnum móti Donald Trump.