Fýra dystir uttan sigur gjørdu støðu teirra sum botnlið ógvuliga spenta, men í gjár kom Frem aftur á sigurskós, tá teir við Boga Løkin á liðnum vunnu 1-0 á Fredericia, sum spælir fyri uppflyting. Bogi Løkin spældi tann fyrsta lítla tíman, áðrenn hann varð tikin út, meðan Andreas Lava Olsen og Jónas Þór Næs ikki vóru í hópinum sunnudagin.
Sigurin merkir, at Frem yvirhálaði Kolding FC og er triðaftast og framvegis undir niðurflytingarmarkinum.