Tað hevur gingið av skriðuni hjá mansliðnum hjá Neistanum seinastu tíðina. Úrslitini hava verið sera ring, og undan dagsins dysti ímóti Team Klaksvík hevði Neistin tapt fimm dystir á rað.
Seinast Neistin vann, undan dagsins dysti, var 16. oktober, og tá var tað lagnunnar speisemi eisini ímóti Team Klaksvík. Team Klaksvík hevur staðið seg enn verri enn Neistin, tí at nú klaksvíkingarnir hava spælt 10 dystir, hava teir ikki vunnið eitt einasta stig.
Fyrr í dag hitttust Team Klaksvík og Neistin í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Stigaúrtøkan hjá norðoyingunum broyttist eiheldur í dag, tí at bláu gestirnir vunnu trivaligan útisigur. Úrslitið gjørdist 18-25 eftir hálvleiksstøðuna 9-16.
Úrslitið merkir, at Neistin er næstaftast við seks stigum. Team Klaksvík er sum kunnugt framvegis aftast við ongum stigi.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
Team Klaksvík: Bogdan Florea 10, Hanus Norðberg 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Niels V. Niclasen 2, Sámal á Tjaldrafløtti 1 og Andrias Ellingsgaard 1.
Neistin: Rói Berg Hansen 7, Teis Horn Rasmussen 5, Herbjørn Lava 4, Terji Mørk 4, Hjalti í Jákupsstovu 3, Sjúrður Thomassen 1 og Beinur Davidsen 1.










