Heðin Mortensen, formaður Kommunusamskipan Føroya
---------
Kommunusamskipan Føroya fegnast um, at kunngerðin um bunkring í føroyskum havnum loksins kemur til hoyringar aftur, eftir at hava ligið í Innlendismálaráðnum síðani 2007. Hóast kunngerðin er eitt stig á rættari leið, so fer kunngerðin neyvan at hava við sær, at trupulleikin viðvíkjandi dálking í kommunalum havnum og firðum er endaliga loystur.
Kommunusamskipan Føroya fegnast um, at kunngerðin um bunkring í føroyskum havnum loksins kemur aftur til hoyringar eftir at hava ligið í Innlendismálaráðnum síðani í september 2007.
Tað er tó átaluvert at kommunurnar ikki eru kunnaðar um alt tað arbeiðið, sum sambært Landsstýriskvinnuni er gjørt viðvíkjandi kunngerðini hesa tíðina, og sum hon sigur, kemur at seta so stór krøv til havnirnar kring landið.
Hóast kunngerðin er eitt stig á leiðini at fáa greiðar mannagongdir í samband við bunkring, og í hesum sambandi eisini fer at lætta um, tá ábyrgdin fyri dálking skal leggjast á annaðhvørt veitara ella móttakara, so fáa kommunurnar ikki tað lógargrundarlag, sum kommununum tørvar fyri at røkja sínar myndugleikauppgávur á økinum.
Kommunurnar hava fleiri ferðir heitt á Innlendismálaráðið um at taka stig til, at kommunurnar fáa eina betri lógarheimild at áleggja revsing í samband við dálking. Somuleiðis hava kommunurnar biðið um at fáa gjørt ein havnalóg, har ein partur millum annað snýr seg um skilhald á havnaløgum, men tað spyrst onki burtur úr, og tað hóast uppskot til havnalóg leingi hevur ligið klárt í landsfyrisitingini.
Úr einum kommunalum sjónarhorni sær út til, at Innlendismálaráðið brúkar nógva orku at royna at trína fram í umhvørvisverndarmálum á altjóða pallinum. Hetta hevur sjálvsagt týdning, men gevur onga meining um havnaløg, firðir og sund her heima samstundis liggja dálkað í olju.