Tey fótbóltshugaðu hava verið væl servisiseraði av faroesoccer.com í fleiri ár, og seinni árini eisini av dystir.fo, tá tað kemur til at fylgja við gongdini í fótbóltsdystum, og tá tað kemur til at líta aftur á dómaraseðlar frá farnum tíðum.
Tey hondbóltshugaðu hava ikki havt nakra talgilda servisering tá tað kemur til dómaraseðlar. Vælviljandi fólk hava á facebook-bólkinum "Hondbóltskjak" tikið myndir av hondskrivaðu dómaraseðlunum frá teimum ymisku dystunum í SMS og í Burn Mansdeildini, og hava so lagt teir út á bólkin.
Men ígjár hendi loksins tað talgilda gjøgnumbrotið hjá føroyskum hondbólti.
Ári Rouch, dystarsamskipari hjá HSF legði ígjár út talgildar dómaraseðlar frá dystunum í SMS- og Burn Mansdeildini, ið vóru leiktir ígjár. Í framtíðini vera hesir talgildu dómaraseðlar at síggja á hsf.fo.
SMS: Kyndil-Stjørnan 28-30 (11-15) og EB-StÍF 20-22 (12-14)
Burn: Kyndil-KÍF 24-32 (11-19)
##med2##
##med3##
Á dómaraseðlunum ber eisini til at síggja hvussu dystargongdin var í teimum ávísu dystunum.
##med4##