Loksins fingu Gilli og liðfelagarnir fyrsta sigurin

Vejle vann í kvøld 2-1 á OB á útivølli

Loksins bragdaði hjá Gilla R. Sørensen og liðfeløgunum í Vejle í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Aftaná seks tepur tap á rað eydnaðist tað Vejle í kvøld at vinna 2-1 á OB á útivølli í Odense.

 

Tað var annars OB, ið fekk eina dreymabyrjan tá teir løgdu seg á odda 1-0 tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki.

 

Bert seks minuttir seinni javnaði Tobias Lauritsen til 1-1.

 

Gilli kom á vøllin fyri Vejle tá 80 minuttir vóru leiktir av dystinum. Tveir minuttir seinni skoraði Jasin-Amin Assehnoun sigursmálið fyri Vejle.

 

Vejle er næstaftast í donsku superliguni við trimum stigum fyri sjey dystir.