Eftir tríggjar 1-1-javnleikir í trimum dystum, bragdaði loksins hjá Liverpool í Europa League í kvøld. Liverpool vann 1-0 á útivølli ímóti russiska Rubin Kazan, og tað var Jordan Ibe, sum gjørdist sigursharrin.
Misjavnt gekk tað hjá norðurlendsku liðunum í kappingini. Donsku meistararnir úr FC Midtjylland fingu ikki ein fót fyri seg, tá ið teir taptu heili 5-0 á útivølli ímóti Napoli. Í hálvleikssteðginum var italska liðið longu á odda 3-0.
Hinvegin gongur framúr væl hjá Molde úr Noregi. Í kvøld vunnu teir 2-1 á útivølli ímóti skotska stórfelagnum, Celtic, og við sigrinum eru teir greitt á odda í bólki A, har nærmasti eltarin, Fenerbahce, er fimm stig aftanfyri.