Við nýggjum venjaratoymi undir leiðslu av ítrótarstjóranum, Jacob Krüger, eydnaðist tað í kvøld Vendsyssel FF at fáa ársins fyrsta sigur í hús. Tað gjørdi tað ikki verri, at tað var ímóti argasta kappingarneytanum um uppflytingina, nevniliga Silkeborg.
René S. Joensen hevði leikbann, men Hallur Hansson og Brandur Hendriksson mannaðu sentrala miðvøllin hjá Vendsyssel FF, sum í kvøld var heimalið og eisini var greitt betra liðið í fyrra hálvleiki, har lunnar vórðu lagdir undir sigurin.
Tað var tveir minuttir fyri hálvleikssteðgin, at nýggi brasilski áleyparin, Brandao Washington, saksaði bóltin í mál til 1-0. Hetta var einasta málið í dystinum, har Brandur Hendriksson varð útskiftur í 69. minutti, meðan Hallur Hansson spældi allan dystin.
Hetta var fyrsti sigurin hjá Vendsyssel FF í nýggju dystum. Nú eru brádliga einans fýra stig upp til triðja plássið og uppflytingina. Næsti dystur hjá føroyingafelagnum verður sunnudagin 8. mei, tá ið teir skulu á vitjan hjá næstaftasta liðnum, Næstved.
Frálíka málið hjá Vendsyssel FF í kvøld sæst omanfyri.