Loksins bragdaði

1. deild: Eftir stórtapið fyri viku síðani, reistu sumbingarnir seg aftur, tá teir á heimavølli bardu seg til trý týdningarmikil stig móti felagsliðnum úr Vágoynni

Sumba-FS Vágar 1-0 (0-0)


Sumbingar vóru fullgreiðir um setningin, tá teir dýra biðjudag tóku móti gestunum úr Vágoynni.

Tap móti samansetta liðnum hevði viðført, at Sumba at kallað varð isolerað í botninum av bestu deildini, og hóast teir áður hava megnað at bart seg upp úr at kalla vónleysum støðum, so var einki at taka seg aftur í, at teir helst vildu tryggja sær, at gloppið upp til næstu liðini ikki gjørdist ov stórt.

Støðan hjá vágamonnum var tó lítið mætari, tí tríggir teir fyrstu landskappingardystirnir høvdu bert kastað eittans stig av sær, og skal sessurin í deildini varveitast, er Sumba helst eitt av teimum liðum, sum stig skulu fáast frá.


Ikki nakað serligt spæl

Hetta merkti eisini dystin Suðuri á Krossinum rættuliga nógv. Úr sumba frættist, at talan í stóran mun var um sparkarí, har liðini bæði við longum bóltum royndu at skapa vandamiklar støður frammi í álopinum.

Tað tykist eitt sindur løgið, at vágaliðið, sum als ikki hevur fólk til slíkt spæl, skuldi detta í hesa grøv, og hetta ásannaði liðskiparin á liðnum eisini eftir dystin. Ari Thomassen helt, at teir onkursvegna gloymdu alt um at spæla fótbólt, og hetta viðførdi eisini, at vágamenn so at siga ongan málmøguleika skaptu sær í samfullar 90 minuttir.

Áleypararnir báðir, Birgir og John, eru fínir fótbóltsleikarar, men styrkin hjá teimum er ikki í luftrúminum, men heldur á jørðini, har teir kunnu gera nýtslu av teknikkinum og skjótleikanum, sum er teirra vørumerki.

Spælið hjá sumbingum var sum so heldur ikki av tí besta, men í mun til gestirnar, so stríddust sumbingarnir um hvønn tann einasta bólt, og hetta viðførdi eisini nakrar spentar støður framman fyri vágamálið, men Remi í vágamálinum megnaði hvørja ferð at verja fyri, so mál ikki spurdust burturúr.

Í seinna hálvleiki helt sama skilið fram. Sumbingarnir trýstu alt teir vóru mentir, og eitt korter inn í hálvleikinum fingu teir eisini løn fyri stríðið.

Ein langur bóltur varð sendir inn í brotsteigin, har Sasa og Darius vóru staddir. Lítli jugoslavin vann á stóri litavanum, og einsamallur við málverjanum kundi hann leggja sumbingar fram um.

Sami Sasa hevði stutt fyri havt eitt fríspark, sum tók í stongina, og eftir hvat skilst, so eru sumbingar væl nøgdir við at hava fingið nýggja leikaran í hópin.

Hóast teir nú vóru aftan fyri, so raknaðu gestirnir á ongan hátt við, og uttan stórvegis hóvasták kundu sumbingar sostatt fáa seinasta hálva tíman at ganga, soleiðis at áður tómi stigaposin brádliga gjøridist nakað tyngri.


Fegin um avrikið

Eftir dystin helt venjarin hjá sumbingum, Milan Cimburivic, at leikarar hansara veruliga høvdu spílað seg út í dystinum.

- Vit vóru í eini sera truplari støðu, og satt at siga, so var tað ikki fyrr enn í seinastu løtu, at avgerin um liðuppstillingina varð tikin. Eirikur Joensen hevur ikki vant í nærum tvær vikur, men týdningur hansara fyri liðið er ómetaliga stórur, og við eitt lítið sindur av hepni, kundi hann eisini havt skorað okkurt mál, segði ein glaður venjari. Harumframt greiddi hann frá, at Trygvi Nielsen hevði ligið sjúkur alla vikuna, umframt at Hallur Dam Joensen heldur ikki tað serliga gott undan dystinum.

Viljin til at vinna var tó somikið stórur, at teir allir vóru til reiðar at tørna út til dystin, og úrslitið hevur við sær, at sumbingar endiliga kunnu lyfta seg av niðasta sessinum á stigatalvuni.

- Nú fingu vit trý sera týdningarmikil stig í dag, og kunnu vit eisini fáa nakað burturúr dystinum komandi vikuskifti, tá B71 kemur á vitjan, so sær tað kanska slettis ikki so galið út, helt sumbiarvenjarin fyri.


Skulu skjótt vinna

Vóru sumbingar glaðir um dystin, so var lagið einki serligt á vágaliðnum eftir dystin. Ari Thomassen, sum er liðskipari á liðnum, segði eftir dystin, at tað var sum hugurin til at spæla als ikki er til staðar í løtuni.

- Vit byrjaðu kappingarárið við at tapa á Toftum, hóast vit høvdu fleiri góðar møguleikar, og síðani spældu vit javnleik á heimavølli móti NSÍ, har vit væl kundu havt vunnið dystin. Hetta hevur viðført, at hugurin til at spæla er linkaður nakað, og at vit síðani vórðu smurdir av í Gundadali hevur ikki gjørt støðuna betri, heldur liðskiparin.

Hann hevur tó góðar vónir um kappingarárið. - Vit gerast betri fyri hvønn dyst, sum vit spæla í fyrstu deild, tí leikararnir verða alsamt meira vanir við høgu leikferðina, og sjálvir haldi eg, at vit eiga at kunna halda okkum í deildini, sigru Ari.

Hann er tó eisini fullgreiður um, at skal hesin setningurin røkkast, er neyðugt at fáa nøkur stig inn á kontina. Fyrstkomandi møguleiki fyri hesum er komandi vikuskiftið, tá vágbingar koma á vitjan. Einki er at taka seg aftur í, at talan er um eina torføra uppgávu, men hinvegin so eru vágamenn meira ella minni tvingaðir at vinna dystin, og hetta átti eisini at merkt avrikið hjá leikarunum í dystinum.


Sumba-FS Vágar 1-0 (0-0)

1-0: Sasa Tomajek 60.


Dómari: Jens Petur Brattalíð


Sumba:

Eigil Olsen, Tryggvi Nielsen, Marlon Kjærbo, Mortan úr Hørg - Nikola Biberdzic, Hallur Dam Joensen, Spasoje Biberdzic, Hans Jacob Thomsen, Sasa Tomajék - Eirikur Joensen, Rene Thomsen


FS Vágar:

Remigius Mykoliunis - Emil Hentze, Darisu Magdasauskas, Zylvanuis Zudis, Rimvydas Bakus - Sonni Johansen, Albert Ari Thomassen, Hannus Olsen, Tór-Ingar Akselsen - John Johansen, Birgir Joensen