Útoyggjarnar eru ný farnar undir eitt miðvíst átak í eini roynd at lokka fleiri ferðafólk til útoyggjarnar. Og amboðið til hetta eru teir talgildu møguleikarnir á internetinum.
Talan var um eina nýggj heimasíða og ein film, sum marknaðarføra Føroyar og útoyggjarnar, sum spennandi ferðamál.
Olga Biskopstø, samskipari hjá útoyggjafelagnum, sigur, at umframt at skapa áhuga fyri at ferðast til útoyggjarnar, skal Heimasíðan eisini geva teimum sum búgva á útoyggj, betri møguleika at marknaðarføra síni tiltøk og tænastur, og eggja til nýggj ferðavinnu tiltøk.
- Útoyggjafelagið vónar, at hetta átak fer at skapa enn størri áhuga fyri útoyggjunum sum ferðamál og bústaði, og fer at vísa á tey virði og teir møguleikar, sum liggja í hesum vøkru oyggjum, leggur hon afturat.
Útoyggjafelagið og Ferðaráð Føroyar hava fíggjað hvør sína helvt av tiltakinum.
Myndin er av Kirkju og hana hevur Ingi Sørensen tikið. Nýggja heimasíðan sæst á www.vit.fo
|