Serfrøðingar hava nú sett eitt lok oman á ein av lekunum á botninum í Meksikoflógvanum, men enn duga teir ikki at siga, um tað er nóg mikið til at steðga lekanum. Ein orsøk til ivan er, at menn hava ongantíð roynt lok av hesum slagnum á so stórum dýpi fyrr.
Amerikanski havgranskarin Ian MacDonald segði í nátt, at helst eru 49 milliónir litrar av olju farnir út í sjógvin higartil.
Til samanberingar nevnir hann, at tá tangaskipið Exxon Valdez fór á land í Alaska í 1989, fóru 41 milliónir litrar av olju í havið.
Oljulekin á botninum í Meksikoflógvanum byrjaði, tá pallurin Deepwater Horizon sprongdist tann 20. apríl og sakk tveir dagar seinni.