Nevndin, ið gevur lokalstøðum sendiloyvi, hevur havt fund og hevur viðgjørt innkomnar umsóknir, men líkt er til, at umsøkjarar enn mugu brynja seg við toli.
Turið D, Hentze, forkvinna í nevndini, sigur, at um eina ella tvær vikur er greitt, um sendiloyvi verða givin, Enn hevur bert fundur verið, har umsóknir hava verið viðgjørdar. Um einar 14 dagar er greitt, hvat føroyingar kunnu leggja oyru til framyvir.
Seinast vit vistu, var bert ein umsókn á borðinum hjá nevndini.










