Lokalur KÍ hópur

Meinhardt Joensen skiftir til KÍ, meðan Heðin á Lakjuni og Kristoffur Jakobsen hava longt sáttmálan við KÍ fyri komandi kappingarár. Sostatt er hópurin KÍ bara mannaður við lokalum leikarum.

 

Tað hevur leingi ljóðað, at Meinhardt Joensen fór at skifta aftur til KÍ. Meinhardt Joensen hevur spælt við B36 seinastu fimm árini, men vendir nú aftur til barndómsfelagið. Tað skiftið er nú komið upp á pláss. Eisini Heðin á Lakjuni og Kristoffur Jakobsen hava verið í samráðingum við felagið í eina tíð, og nú er partarnir kominir á mál.

 

Jóhann Lutzen, stjóri í Sp/f KÍ, segði við portalin fyri kortum, at hetta verður helst tað seinasta KÍ ger við hópin til komandi kappingarár, sum nú fult og heilt lokalur.

 

Her er hópurin:

Meinhardt Joensen málm

Gunnar á Steig málm

Fríði Sigurðsson málm

Álvur Christiansen

Sørmundur Kalsø

Jógvan Isaksen

Heðin á Lakjuni

Atli Danielsen

Ivan Joensen

Heðin Klakstein

Hjalgrím Elttør

Ísak Simonsen

Jóhan Jacobsen

Henry Heinesen

Bárður Johnsson Heinesen

Petur Andreasen

Kristoffur Jakobsen

Páll A. Klettskarð