Flogbóltur
Talan er um grannauppgerðina í Klaksvík, tá Mjølnir og Fossanes fara í KÍ-høllina mikukvøldið.
Hóast talan er um lokaluppgerð, so er lítið, sum bendir á, at talan verður um nakran spennandi dyst.
Fossanes eigur enn fyrsta settið í ár til góðar, og tá Mjølnir samstundis kappast við Drátt um fremsta sessin á talvuni, bendir alt á ein tryggan sigur til heimaliðið.