Lokaluppgerð á Hálsi

Ein dystur verður leiktur í bestu mansdeildini mikukvøldið

Hondbóltur


Talan er um lokaluppgerðina millum bestu mansliðini hjá Kyndli og Neistanum.

Samstundis, sum talan er um lokaluppgerð, tykist tað eisini, at dysturin er ein uppgerð um, hvørt av liðunum skal halda vetrarfrí ovarligari á stigatalvuni.

Kyndil hevur við einum sigri møguleika at vinna seg upp á annað plássið, har StÍF í løtuni er, meðan Neistin hinvegin við einum sigri vinnur seg fram um Kyndil á triðja plássinum.

Bæði liðini hava havt góð úrslit í seinastuni, men hóast hetta má Kyndil metast sum favorittur. Ikki minst grundað á avrikið móti VÍF um vikuskiftið. Hinvegin hevur Neistin vunnið seinastu seks landskappingardystirnar móti grannunum, so kyndilsmenn skulu helst ikki taka nakað sum helst fyri givið undan dystinum