Upptakt
Bæði liðini hava mist rættuliga fitt av fólki í summarsteðginum, og harumframt hava serliga fuglfirðingar havt rættuliga nógvar skaðar at dragast við.
Fleiri ivasamir
Hjá fuglfirðingum er framvegis onkur spælari skaddur, og eisini er ivi um onkran annan. Gunnar Nielsen hevur verið skaddur í nakrar vikur, men í Fuglafirði vænta tey, at hann verður førur fyri at fara undir venjingina aftur í komandi viku.
Verjuleikarin Pól Ennigarð hevur havt ein skaða at dragast við, og tað er ógvuliga ivasamt, um hann verður klárur til dystin móti sínum gomlu liðfeløgum og bygdafeløgum.
Málverjin Tórður Thomsen er framvegis skaddur, og Hanus Eliasen hevur verið darvaður av skaða í vikuni, men hann verður tó væntandi við móti gøtumonnum.
Ein av royndastu leikarunum hjá ÍF, Símun Eliasen, sigur, at í Fuglafirði síggja teir positivt upp á dystin, og hann væntar, at við einum góðum arbeiðsinnsatsi ber til at fáa okkurt gott burtur úr dystinum móti GÍ.
Gøtumenn fingu í farnu viku ein 1-1 javnleik á heimavølli móti VB, og teir ætla hesaferð at fáa fult aftur í Fuglafirði. Hagtølini eru eisini við gøtumonnum, men fuglfirðingar eru eisini ógvuliga svangir eftir stigum.
GÍ noyðist sunnudagin at klára seg uttan leikbannaða Áslakk Petersen, og somuleiðis er ivi um verjuleikaran Kaj Ennigarð, sum hevur trupulleikar við knænum.
Nógv kundi bent á, at GÍ sunnudagin hevur ein nýggjan mann millum stengurnar, nevnliga Pól Næss Joensen, sum GÍ hevur leigað í HB. Pól hevur vant við gøtumonnum í tvær vikur nú, og hann fer væntandi at avloysa Mortan Joensen, sum vardi málið farna vikuskifti.