Lokalt ítróttargalla í Runavík

Í komandi mánað verður skipað fyri ítróttargallakvøldi fyri ítróttarfólkunum í Runavík

Endamálið við veitsluni er at samansjóða tey mongu og virknu ítróttarfólkini í Runavík, har nógv virksemi er innan eitt nú fótbólt, fimleik, kappróður og hondbólt.

Øll kommunan næsta ár
Tað eru ikki bert sjálv ítróttarfólkini, ið eru vælkomin til tiltakið, men eisini tey mongu, ið trúfast fylgja við teimum íðkandi vikuskifti eftir vikuskifti. Fyrireikararnir siga eisini, at tað er umráðandi ikki at gloyma tey mongu, ið á ein ella annan hátt rætta ítróttinum í býnum eina hjálpandi hond, og tey eru sjálvsagt eisini vælkomin á gallakvøldinum.
Í ár er tiltakið einans ætlað teimum ítróttarfeløgum, ið húsast í Runavíkar býi, men komandi ár er ætlanin at víðka um tiltakið, so at øll feløg, ið eru heimahoyrandi í Runavíkar kommunu, kunnu verða við í tiltakinum.
Tey, ið hava áhuga í at verða við til gallakvøldið, kunnu keypa sær atgongumerki á kunningarstovuni í Runavík.