? Vit eru ikki heilt liðug við fyrireikingarnar enn, men eg kann siga so mikið, at tað verður skemt bæði her lokalt, men eisini nakað alment, sigur Poulina Jensen, formaður í Sjónleikarafelagnum Fívili.
? Tað eru nógv fólk, sum hava skrivað søgurnar. Heilt frá Eiði til Hósvík. Evnini eru ymisk, og nú skulu vit fáa alt at hanga saman, so tað verður ein heild. Venjingarnar eru nú rættuliga byrjaðar.
Fívil hevur havt stevnuteitið í nøkur ár. Í ár verða eini 10 fólk tilknýtt sjálvum stevnuteitinum.
Stevnuteitið varir í umleið ein tíma, og tað verður sýnt fram á skúlaloftinum fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld.










