Hundraðtals fólk vórðu møtt í gjár í amerikanska býnum North Charleston, at minnast føroysku Ruth Ruffin og son hennara, Eyfinn, ið doyðu í ferðsluvanlukku sunnudagin.
12 ára gamli Eyfinn Ruffin, fekk eina serliga heilsan frá liðfeløgum sínum, ið hann spælir amerikanskan fótbólt saman við.
Venjarin hjá Eyfinn, Otto Riley, sigur við lokalar miðlar, at tað hevur stóra ávirkan á eitt lítið samfelag tá slíkar vanlukku henda.
Venjarin sigur um Eyfinn, at hann var ein leiðari á liðnum, bæði á vøllinum og uttanfyri. Tað fer at merkjast, at hann ikki er við meira.
Liðið hjá Eyfinni hevur valt at friða nummarið 75, ið var nummarið hjá Eyfinni og samstundis hava tey valt, at heiðurin fyri ársins spælara á liðnum skal bera navnið hjá honum.