Lokala umboðanin stóran týdning

Lokala umboðanin er altgerandi hjá Sjálvstýrisflokkinum, heldur Kári P. Højgaard, sum fegnast um, at Sjálvstýrisflokkurin er at finna omanfyri sperrumarkið í veljarakanningini

Sjálvstýrisflokkurin hevur sambært veljarakanningini eina lítla afturgongd á 0,2%. Seinasta løgtingsval var undirtøkan 4,6%, meðan veljarakanningin vísir, at undirtøkan fyri flokkinum i dag, er 4,4%. Kortini heldur Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins, at talan var um eitt positivt úrslit fyri flokkin:
- Eg haldi at hatta var eitt fínt úrslit. Serliga tí, at vit liggja omanfyri sperrumarkið. Tað hevur sera stóran týdning, sigur Kári P. Højgaard.
Sum kanningin vísti, so vil meiri enn helmingurin av veljarunum vera við, at teir liggja mitt á vinstra/høgra-ásanum. Eitt vørumerkið hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur longi verið, at hann er einasti flokkurin, sum liggur mitt á miðjuni. Átti hetta ikki at givið flokkinum ein risa fyrimun ímun til aðrar flokkar, sum onkursvegna hella eitt sindur til vinstru ella høgru?
- Eg leggi framvegis dent á, at Sjálvstýrisflokkurin er einasti flokkurin, sum liggur mitt á miðjuni. Men flokkurin hevur tann trupulleikan at dragast við, at hann bara hevur ein tingmann. Tað vil siga, at í eini kanning sum hesari, hevur veljarin í teimum ymisku valdømunum, bara hevur ein eysturoying at identificera seg við, meðan hinir flokkarnir hava tinglimir kring landið. Eg trúgvi, at um vit høvdu ein lista við valevnum, hevði úrslitið verið munandi øðrvísi, sigur Kári P. Højgaard, sum harvið staðfestir, at lokala umboðanin er altavgerandi hjá einum flokki sum Sjálvstýrisflokkinum.