Lokal tjóðarhátíð í eini broytingartíð

Fyrsta summarstevnan er byrjað, og um vikuskiftið fara hópurin av fólki at leita sær til Klaksvíkar, nú lokala tjóðarhátíðin – Norðoyastevnan - er á skránni. Ella fara tey?!

Eitt stórt arbeiði er aftur í ár gjørt til tess at fyrireika hesa stevnuna. Spurningurin er bert, um hetta er nóg mikið til tess at draga teir stóru skararnir norður gjøgnum Norðoyatunnilin.

“Á Norðoyastevnu koma fólk fyrst og fremst saman um tað fólksliga, har tey sjálvi føla seg sum ein part av tí, sum gongur fyri seg”.

Soleiðis tók mentanarleiðarin í Klaksvíkar kommunu, Dávur Winther til í eini samrøðu í Sosialinum undan Norðoyastevnu í fjør.

Nú stendur aftur ein stevna fyri framman – nr. 2 síðani Norðoyatunnilin lat upp í fjør. Fyrr samtalaðu fólk um, hvussu nógvar liggjandi gestir tey fingu til stevnuna. Í dag er alt hetta broytt: Fólk koma koyrandi gjøgnum “bakdyrnar” til Klaksvíkar og hvørva aftur, uttan at so nógv hava lagt hetta til merkis.

Hóast tað er lættari hjá fólki at koma til býin, er stóri spurningurin kortini, um fólk tíma at gera hetta longur í sama mun sum áður: Talið av stevnum er vaksandi. Tær líkjast alt ov nógv. Landsdystur er móti heimsmeistarunum úr Italia leygarkvøldið. Er stevnuskráin nóg spennandi mótvegis hesum?

Tað eru so nógvar aðrar stevnur í at velja, og tja, er nakað serligt at fara eftir í Klaksvík, - nakað sum líkist burtur úr øðrum stevnum?

- Vit mugu fyrireika eina spennandi skrá, soleiðis at fólk beinleiðis velja at koma á Norðoyastevnu og verða verandi her. Í aðrar mátar koma tey ikki, siga fólk.


Living ella yvirliving

Fyri klaksvíkingar og norðoyingar var óhugsandi, um ein ikki hevði eina slíka stevnu á hvørjum ári. Hetta er jú at meta sum lokala tjóðarhátíðin í Klaksvík.

Hetta er jú fyrsta stevnan á summarinum. Hetta er samstundis fyrsti møguleikin hjá kappróðrarmanningunum at seta seg í respekt og vísa hinum, hvørja styrki tey hava.

Tað eru tó kortini tey – bæði klaksvíkingar, norðoyingar og onnur – sum halda, at stevnan hevur yvirlivað seg sjálva. Ja, ein hoyrir beinleiðis fólk siga, at Norðoyastevnan hevur einki at týða longur.

Her er ikki bert talan um yngri fólk, men eisini fólk sum eru komin væl upp í árini. Fyrr løgdu summi av teimum eldru uttanlandsferð sína eftir, nær Norðoyastevnan var á skránni. Tey fóru annaðhvørt avstað, so tey vóru aftur áðrenn, ella tey bíðaðu til stevnan hevði verið.

Í dag hoyrir tú somu fólk siga, at tey tað sama kundu farið í summarhús hinumegin undirsjóvartunnilin ella til handils í Havn. Var streymurin ikki so høgur um vikuskiftið, fór helst onkur teirra á flot eisini!


Midnátt ov tíðliga

Nógv er broytt í viðurskiftunum kring stevnuna, og fólk spyrja um ikki onkur broyting er væntandi – ella um fyrireikararnir í ár munnu hava funnið uppá okkurt spildurnýtt.

Fleiri tiltøk eru, sum fólk gleða seg til á hvørjum ári. Her man serliga midnáttarsamkoman standa ovarlaga á skránni. Hetta er eitt av hæddarpunktunum á Norðoyastevnu, men mong halda, at tiltakið líkist tí sum varð hildið árið fyri, og at tað tí er rættiliga fantasileyst.

Fleiri fólk halda, at ein kundi ment hesa løtuna enn meiri. Løtan varir alt ov stutt, og tað vísir seg, at fólk ikki koma oman í Vágstún fyrrenn røðarin er farin á pallin ella er komin væl áleiðis í røðu síni.

Ein møguleiki var at gjørt hesa løtuna munandi longri og við fleiri punktum á skránni, millum annað soleiðis hon annaðhvørt byrjaði við eini sangløtu, kanska longu kl. 22 – ella at hon endaði við eini slíkari løtu.

Hetta við felagssangi eitt slíkt kvøld er nakað, sum ólavsøkan er kend fyri. Kundu klaksvíkingar – teimum so líkt - ikki funnið uppá okkurt serstakt og originalt?!


Kappróður í tríggjar tímar

Tað er kortini ikki bert midnáttarsamkoman ið treingir til eina bøtandi hond:

Kappróðurin, sum áður var ein savnandi depil, er nú í stórari afturgongd. Í ár er so illa statt, at tað var um reppið at allir róðrar verða avgreiddir ímorgin, tí ov fáir bátar eru meldaðir til.

Hetta er kortini ikki bert ein gongd, sum ein sær í Klaksvík. Árið í fjør prógvaði til fulnar, at kappróðurin er í afturgongd og at fólk ikki hava sama áhuga fyri hesi ítróttargreinini sum áður.

Eitt undantak í so máta er helst bygdin Árnafjørður, sum á fyrsta sinni mannar eitt spildurnýtt áttamannafar kl. 13 leygardagin. Men aðrastaðni gongur beinleiðis trekt at manna bátarnar.

Klaksvíkingar hava sjálvir borið uppá mál, at ein átti at gjørt hesa tjóðarítrótt okkara meiri áskoðaravinarliga. Tað er eingin meining í, at fólk skulu bíða ein heilan seinnapart, frá tí róðurin byrjar og til seinasta 10-mannafarið er komið á mál.

- Tað eru fá sum tíma at hyggja eftir kappróðri í samfullar tríggjar tímar, serliga ein dag har veðrið ikki er til vildar. Og so tey enntá standa úti alla hesa tíðina, siga fólk.

Klaksvíkingar plaga kortini at vera uppfinnsamir, so tað kundi meiri enn so hent, at teir í ár koma við onkrum góðum hugskoti til frama fyri áskoðararnar – eitt hugskot sum hini kappróðrarfeløgini kundu tikið til eftirtektar í summar.


Fantasileys skrá

Stóra vandamálið við Norðoyastevnuni er kortini tað, at so nógv annað er í at velja í summar. Norðoyastevnan koyrir meiri í tómgongd enn nakað annað.

Sjálvir hava klaksvíkingar gingið á odda, og hava seinasta árið skipað fyri einum hópi av tiltøkum, ið eisini hava savnað ein hóp av fólki – til dømis torradagar, sjómannadag, stóra tiltakið, tá Norðoyatunnilin lat upp og ikki at gloyma Summarfestivalin.

Her varð lagt soleiðis til rættis, at persónar við eldhuga, hugflogi og royndum tóku sær av hesum tiltakinum. Tá talan er um Norðoyastevnuna er tað nevndin í Norðoya Frítíðar- og Ítróttarfelag sum skipar fyri.

Tey hava sjálvandi lagt sína stóru orku í stevnuna í ár, eins væl og undanfarin ár. Men tað eru kortini tey, sum halda at hon hevur lítið at siga fólki í dag. Norðoyastevnan líkist hinum stevnunum ella hinar líkjast hesari.

Tað er kanska so sum ein klaksvíkingur sigur: - Um tú kopierar skránna tey seinastu fimm árini og bara broytir dag og árstal, so er stevnan líka so fantasileys sum seinastu mongu árini.

- Skal stevnan ikki púra doyggja út, er neyðugt at stevnan endurnýggjar seg sjálva, annars yvirlivir hon seg sjálva!

Onkur helt fyri, at ein átti at lagt bæði hesi stóru tiltøkini saman í eitt. Men hesum eru fólk flest helst ósamd um, tí tey hava hvør sítt endamál og venda sær eisini til hvønn sín málbólk.


Lokalur trivnaður

Hinvegin eru tað tey sum halda, at Norðoyastevnan eigur at síggjast í heilt øðrum ljósi – at stevnan er meiri av meta sum eitt fólksligt tiltak, heldur enn ein profesjonell stevna.

Stevnan er ein partur av lokalu søguni og nógv av tí sum er á skránni, hevur røtur í aldargomlum siðvenjum. Neyðugt er at halda fast við hetta og at standa saman um at skapa og skipa eina góða stevnu.

Hesi siga beinleiðis, at markið millum tey sum skipa fyri og tey sum taka lut er sera lágt, og at tað er júst soleiðis sum tað eigur at verða: - Vit eru øll felags um at skipa stevnuna.

Tað er jú í høvuðsheitum áhugafeløg sum skipa fyri og leggja eitt stórt sjálvboðið arbeiðið, bæði í samband við stevnuna. Hetta er kanska tann týdningarmesti parturin handan Norðoyastevnuna.

Her fáa familja og onnur eitt ótrúliga gott høvi at síggja, hvat tað er sum tey ungu takast við og hvar tey halda til í framtíðini. Mammurnar baka og páparnir hjálpa feløgunum at rigga til. Hetta er alt við til at skapa ein felags lokalan trivnað í samfelagnum.

Skal Norðoyastevnan framvegis vera – og verða – Norðoyastevna, er helst neyðugt við broytingum, millum annað at Klaksvíkar kommuna letur meiri pening til fyrireikingararbeiðið.

Hetta fer aftur at gera sítt til at Norðoyastevnan gerst ein røtt og positiv mynd av Klaksvík.

Góða Norðoyastevnu!